Føroya Náttúrugripasavn
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroya Náttúrugripasavn varð stovnað í 1955 við tí endamáli at savna, varðveita og framsýna náttúrugripir, sum lýsa náttúru landsins og savna, varðveita og handfara náttúruvísindaligt tilfar. Savnið er skipað í 2 deildir: djórasavn og plantusavn. Upprunaliga var Jarðfrøðisavnið eisini partur av Náttúrugripasavninum, men nú er hetta lagt saman við fyrrverandi Oljufyrisitingini, samanlagdi stovnurin eitur Jarðfeingi.