Kaj Johannesen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kaj Johannesen (1963 í Leirvík) er tónleikari. Hann byrjaði tónlistarligu yrkisleið sína við at spæla bass, men hevur síðani eisini sungið og spælt guitar og slagverk. Yngra ættarliðið kennir best Kaj sum trummusláara, einamest frá bólkinum Moirae.
Kaj hevur í fleiri ár verið formaður í FUT, sum m.a. skipar fyri árligu Ólavsøkukonsertini.