Lívfrøði
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lívfrøði er læran um lív. Lívfrøðin fevnir sera vítt og fleiri øki verða ofta roknað sum sjálvstøðugar vísindagreinir.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Lívfrøðin kann førast aftur til gomlu grikkararnar. Serliga Aristoteles (384 f.Kr. - 322 f.Kr.) eygleiddi nógv dýr og plantur. Hann bólkaði og setti fram ástøðir. Í 1600-talinum var mikroskopið uppfunnið og framdi hetta eina kollvelting innan økið. Til bar nú at síggja kyknur, bakteriur og annað. Í 1859 gav Charles Darwin bókina On the Origin of Species út og legði harvið lunnar undir menningarlæruna.
Í 20. øld var funnið útav at arvaeginleikarnir liggja goymdir í kromosomunum og nógv framstig vóru síðani gjørd innan arvalæruna, sum t.d. at kromosomini eru ein dupultspiralur, sum nú verður nevnt DNA.
[rætta] Høvuðsøkið innan lívfrøði
Innan lívfrøðina eru nógvar lærugreinar savnaðar:
- á atom og mýlisstigi eru, mýlislívfrøði, lívevnafrøði og í ávísan mun arvafrøði.
- á kyknustigi er kyknulæra og smáverulívfrøði.
- á fleirkyknustigi er lívsvirkisfrøði, kropsbygnaðarlæra (anatomi) og vevnaðarlæra.
- tá talan er um menning (ontogeny) av verum eitur lærugreinin (developmental biology).
- tá talan er um arvafluting millum foreldur og avkom eitur lærugreinin arvafrøði.
- á tí stigi sum viðgerð atburðin hjá bólkum av verum er atferðarfrøði.
- á tí stigi sum viðgerð búfjøld (population) er (population genetics).
- (systematikk) og (taksonomi)
- tá talan er um búfjøldir og teirra umhvørvið hava vit vistfrøði og lív-menning (evolutión).
- og meira spekulativ vísindi eru xeno-lívfrøði, sum viðger lívið uttanfyri jørðina.
[rætta] Týdningarmikil fólk
- Charles Darwin
- Gregor Mendel
- Louis Pasteur