Web Analytics

See also ebooksgratis.com: no banners, no cookies, totally FREE.

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Merkið - Wikipedia

Merkið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Merkið, Føroya flagg
Merkið, Føroya flagg

Merkið er føroyska flaggið.

Fyrsta Merkið í Fámjins kirkju
Fyrsta Merkið í Fámjins kirkju

Merkið varð á fyrsta sinni borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssurssyni og Paula Dahl í Keypmannahavn longu í juni 1919, og longu tíðliga í 1920árunum vóru fólk farin at flagga við tí. Hetta vant rættiliga upp á seg eftir 1930, men loyvt var tað ikki, og eitt flaggstríð tók seg upp í Løgtinginum og millum føroyingar og donsku myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómennirnir, ið førdu hetta stríð. Longu 9. apríl 1940, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir seinna heimsbardaga, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Boðini frá bretska hersetingarvaldinum 25. apríl 1940 vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki. Nú kundu føroyskir sjómenn sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni.

Seinnapartin 13. apríl 1940 komu tveir vápnaðir trolarar og krússarin Suffolk á Havnarvág og eitt herlið frá Royal Marines var sett á land. Bretska hersetanin av Føroyum var byrjað. Føroyingar tóku móti bretsku herdeildunum sum vinir, og viðurskiftini við hersetingarvaldið vóru yvirhøvur góð tey 5 krígsárini. Løgtingið mótmælti tó bretsku hersetingini av Føroyum, men mótmælið var bara ímyndarligt.

Á føroyskum leiðum sigldu nógvir týskir kavbátar og frá støðum í Noregi sveimaðu nógv týsk bumbuflogfør, ið gjørdu álop á skipafylgi hjá teimum sameindu vesturi í havi. Hugsast kundi, at rættiligt kríggj kom at standa í Norðuratlantshavi. Tí høvdu Føroyar stóran hermálsligan týdning. Bretar bygdu flogvøll við hangari og flogstøð til vatnflogfør, settu loftverjukanónir og aðrar kanónir upp víða hvar og minuløgdu firðirnar.

Trolarin Nýggjaberg úr Miðvági. Hann hvarv í marts 1942 á veg undan Íslandi, og eingin av manningini, 21 mans, spurdist aftur. Líkt er til, at ein týskur kavbátur hevur søkt hann við torpedo.
Trolarin Nýggjaberg úr Miðvági. Hann hvarv í marts 1942 á veg undan Íslandi, og eingin av manningini, 21 mans, spurdist aftur. Líkt er til, at ein týskur kavbátur hevur søkt hann við torpedo.
Skonnartin Sanna av Toftum. Í juli 1942 varð hon søkt stutt norður úr Kallinum av týskum flogfari, ið kastaði bumbur og skeyt við maskinbyrsum og granatum. Manningin, 8 mans, slapp í bátin og bjargaðist.

Havið um Føroyar gjørdist sera vandamikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og føroysk fiskiskip tóku upp eina lønandi sigling við ísfiski úr Íslandi á bretska marknaðin. Bretska hersetingarvaldið kravdi nú, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipsíðurnar.

Kríggið kostaði Føroyum dýrt. Skip, ið fiskaðu ella sigldu við fiski til bretskar havnarbýir, vórðu minusprongd, torpederað ella skotin niður av kavbátum, onnur vórðu álopin av flogførum, ið kastaðu bumbur og skutu við maskinbyrsum. 1/3 av føroyska fiskiflotanum fór til havsins botn og 150 mans í bestu árum doyði. Hetta var meira enn 1/2% av fólkinum. Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum føroyskur flaggdagur. Tá hava skúlabørnini frí og flaggdagshald er víða hvar um bygdir og býir. Sum vera man leita tankarnir tá til teirra, ið fullu í krígnum. Í sambandi við, at heimastýri varð sett á stovn í 1948, var Merkið endiliga viðurkent av donskum myndugleikum sum tjóðarflagg føroyinga.

[rætta] Úr Løgtingslóg um flaggið

Føroya flagg er hvítt krossmerki. Krossurin er fagurreyður (PMS 032) og azurblárandaður (PMS 300). Reyði liturin er 1/8 av flaggsins breidd og bláu rendurnar 1/2 av reyða litinum. Teir hvítu teigarnir eru ferhyrndir. Teir næst stongini javnliðaðir, men hinir tvær ferðir so langir. Munurin millum breidd og longd flaggsins er sum 8-11.

[rætta] Sjá, tú blánar

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.

[rætta] Keldur

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Static Wikipedia (no images)

aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - en - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu -

Static Wikipedia 2007 (no images)

Static Wikipedia 2006 (no images)

aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu

Static Wikipedia February 2008 (no images)

aa - ab - af - ak - als - am - an - ang - ar - arc - as - ast - av - ay - az - ba - bar - bat_smg - bcl - be - be_x_old - bg - bh - bi - bm - bn - bo - bpy - br - bs - bug - bxr - ca - cbk_zam - cdo - ce - ceb - ch - cho - chr - chy - co - cr - crh - cs - csb - cu - cv - cy - da - de - diq - dsb - dv - dz - ee - el - eml - en - eo - es - et - eu - ext - fa - ff - fi - fiu_vro - fj - fo - fr - frp - fur - fy - ga - gan - gd - gl - glk - gn - got - gu - gv - ha - hak - haw - he - hi - hif - ho - hr - hsb - ht - hu - hy - hz - ia - id - ie - ig - ii - ik - ilo - io - is - it - iu - ja - jbo - jv - ka - kaa - kab - kg - ki - kj - kk - kl - km - kn - ko - kr - ks - ksh - ku - kv - kw - ky - la - lad - lb - lbe - lg - li - lij - lmo - ln - lo - lt - lv - map_bms - mdf - mg - mh - mi - mk - ml - mn - mo - mr - mt - mus - my - myv - mzn - na - nah - nap - nds - nds_nl - ne - new - ng - nl - nn - no - nov - nrm - nv - ny - oc - om - or - os - pa - pag - pam - pap - pdc - pi - pih - pl - pms - ps - pt - qu - quality - rm - rmy - rn - ro - roa_rup - roa_tara - ru - rw - sa - sah - sc - scn - sco - sd - se - sg - sh - si - simple - sk - sl - sm - sn - so - sr - srn - ss - st - stq - su - sv - sw - szl - ta - te - tet - tg - th - ti - tk - tl - tlh - tn - to - tpi - tr - ts - tt - tum - tw - ty - udm - ug - uk - ur - uz - ve - vec - vi - vls - vo - wa - war - wo - wuu - xal - xh - yi - yo - za - zea - zh - zh_classical - zh_min_nan - zh_yue - zu