Victor Danielsen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Victor Danielsen (28. mars 1894 í Søldarfirði - 2. februar 1961 í Fuglafirði). Gekk á læraraskúla í Havn 1911 - 1914, tá hann fekk prógv sum bestur av teimum 10, sum tá fingu prógv. Skúlatíðina í Havn hevði hann nakað av sambandi við heimamissiónina og serliga danska trúboðaran hjá heimamissiónini, Ryving-Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Eftir lokið prógv byrjaði hann sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni og byrjaði at virka sum trúboðari. Í 1916 breyt hann við kirkjuna, tá hann saman við øðrum varð doyptur á sjónum í Søldarfirði, og eftir tað gjørdist hann ein hin ídnasti trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni. Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði. Í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar, fyrst í eina lítla íbúð í samkomuhúsinum Siloa, og í 1933 fluttu tey í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði.
Victor Danielsen var sera virkin trúboðari og umframt at vera virkin í samkomuni í Siloa í Fuglafirði ferðaðist hann víða um landið og prædikaði.
Bókmentaliga avrik Victors var fyrst og fremst bíbliutýðingin. Hitt Nýggja Testamentið kom út í 1937 í týðing Victors, og í 1949 kom øll Bíblian út í hansara týðing - nú við nýtýddum Nýggja testamenti. Victor umsetti umleið 870 sálmar, og sjálvur yrkti hann 27 sálmar. Umframt bíbliu og sálmabók skrivaði Victor Danielsen 2 skaldsøgur: Aðru ferð (1927) og Nei, lyftið sveik ikki (1947). Hann týddi úti við 20 bøkur. Allar bøkur hansara hava andaligt innihald og eru partur av trúboðanarvirki hansara. Gjøgnum bókmentaliga arbeiði sítt, serliga gjøgnum bíbliutýðingina og sálmabøkurnar, fekk Victor Danielsen stóra ávirkan á Brøðrasamkomuna í Føroyum og á føroyskt samkomu- og kirkjumál.
[rætta] Bókmentalig avrik
Í sálmabókunum, ið Victor Danielsen hevur latið úr hondum, hevur hann týtt ella yrkt meginpartin av sálmunum, men ikki allar.
- 1920 "Sálmar"
- 1922 "Sálmar" (økt útgáva)
- 1923 J. R. Cacduff: "Hin trúfasti lovarin",týdd úr donskum
- 1923 "Nýggir Sálmar"
- 1926 "Songbók fyri børn"
- 1926 G. Thornton: "Fra vantroen til Kristus", týdd úr enskum til danskt
- 1927 V. Danielsen: Aðru ferð; fyrra skaldsøga hansara - og 2 skaldsøgan á føroyskum.
- 1932 "Guds Fólks Songbók" (endurprentað 1942 og 1946)
- 1933 "Útvaldir Sálmar"
- 1937 "HITT NÝGGJA TESTAMENTI
- 1939 "Evangelisk Songbók (endurprentað 1946)
- 1942 "Nýggir andaligir songir"
- 1946 "Nýggir andaligir songir (økt útgáva)
- 1946 John Bunyan: "Pílagrímsferðin", týdd úr enskum
- 1947 V. Danielsen: "Nei, lyftið sveik ikki", seinna skaldsøga hansara
- 1947 O. Walton: "Tikin ella latin eftir", týdd úr enskum
- 1948 O. F. Walton: "Tá ið Eingil fylti, týdd úr norskum;
- 1949 "BÍBLIAN", kom út fyrstu ferð á føroyskum tann 19. marts, útgivin av Hinum føroyska bíbliugrunninum, ið var stovnaður í hesum sambandi. Hon var umsett eftir norskum (bæði nýnorskt og bókmál), donskum, íslendskum, svenskum, 2 enskum og 2 týskum týðingum umframt at Nýggja Testamenti í týðing Jákup Dahls hevur verið tøkt).
- 1949 "Nýggir andaligir songir (økt útgáva)
- 1949 John Bunyan: "Ómetalig náðin", týdd úr enskum
- 1949 Silas K. Hocking: "Einglar hansara", týdd úr enskum, seinni útgivin undir heitinum "Benny hennara"
- 1950 John Bunyan: Hin heilagi bardagin", týdd úr enskum
- 1950 D. L. Moody: "Himmalin", týdd úr enskum
- 1950 Ókendur høvundur: "Ein jólasøga", týdd úr norskum
- 1951 Amy Le Feuvre: "Bilsnir synir", tydd úr enskum
- 1951 Mary Carter: "Mary Jones og Bíblia hennnara", týdd úr enskum
- 1951 C. H. Spurgeon: "Alt av náði", týdd úr enskum
- 1952 "Songbók Guds Fólks"
- 1957 Guðrun Lárusdóttir: "Tríggjar smásøgur", týdd úr íslendskum
- 1957 Mrs. Bird: "Við Gudi er smátt stórt", týdd úr enskum
- 1957 Newmann Hall: "Kom til Jesus", týdd úr norskum
- 1957 C. H. Spurgeon: "Við hitt tronga portrið", týdd úr enskum
- 1961 Ókendur høvundur: "Hygg á Jesus", týdd úr donskum
Aðrar útgávur:
- 1964 V. Danielsen: "Frelsari mín", savn við kristiligum greinum, ið Victor Danielsen skrivaði í 14. september seinasta árið áðrenn hann doyði
- 1992 "Talur eftir Victor Danielsen" - bók við talum, sum eru tiknar upp á band frá 1949 til 1960.
Afturat hesum skrivaði hann fleiri smárit og greinar, og almanakkan "Ráðgevari mín" byrjaði hann at geva út í 1937. Hann var komin í 25. árg., táið victor doyði. "Ráðgevari mín" kemur framvegis út hvørt ár.
[rætta] Keldur
- Victor Danielsen - 100 ára minnisrit (1994)
- Árni Dahl: Bókmentasøga II; Forlagið Fannir (1981)
- Zacharias Zachariassen: Bíblian á føroyskum í hálva øld; Forlagið Leirkerið, Gøtu (2000)